Rís ella rós  |  Síðuyvirlit  |  Samband  |   |  Innrita
Leita:   
Forsíða | Tíðindi | Kjak | Myndasavn | Fótbóltur | Flogbóltur | Felagið | Leinkjur
Gentur 10 - 12 ár
SÍ - B36d - MB
Leygardagin 04-09-2010 09.00
Leika í Havn. Møta í bygdini kl. 7.50

Piltar
SÍa - HBc - ÍFb - EBSb
Leygardagin 04-09-2010 09.00
Leika við Margáir. Møta í bygdini kl 7.50

Piltar
SÍb - KÍe - Skálab - NSÍd
Leygardagin 04-09-2010 11.00
Møta í SÍ húsinum kl 10.30

 
 
Nr. Lið Dys. Sett Stig
1000
2Mjølnir000
3Fleyr000
4ÍF000
5TB000
 
 
Nr. Lið Dys. Sett Stig
1000
2TB000
3Fleyr000
4Mjølnir000
5Dráttur000
6ÍF000
7KÍF000
8Ternan000
 
 

Oddabrak í høllini í Sørvági

02-03-2010


Orð: JaS

MK: SÍ-TB 1:3, 22-25, 25-22, 23-25 0g 21-25

Sunnudagin 28.02. var TB á vitjan í Sørvági.

Væl stuðlað av viðferðandi viðhaldsfólki, vístu TB at tær bjóða vertunum av um FM-heitið. Longu frá fyrsta bríkslið varð leikferðin stór við flogbóltsleiki á høgum støðin. TB vann fyrsta settið 25-22, vit vunnu næsta við somu cifrum. TB vann triðja tepurt 23-25, men varð omaná í fjórða 21-25 og vann dystin 1-3.

Frá byrjan sást at stórur dentur varð lagdur á góðar og trýstandi servur. Í fyrsta og øðrum setti, var minni munur á. Bæði liðini høvdu sínar feilservur og sama varð galdandi fyri móttøkurnar, sum sveiggjaðu frá góðum til beinleiðis stigtap í syngjandi servessum. TB vann fyrsta settið 22-25.

Í opnum leiki høvdu okkara munin. Nógvir drúgvir bóltar vóru, har smash og snarvunnin gólvleikur, skifti bóltin aftur og fram yvir netið. Alloftast dróg heimaliðið longra stráðið í hesum viðrívandi flogslagið sum eisini gav sigurin í øðrum setti, 25-22.

Triðja settið kundi farið báðar vegir. Frá byrjan til enda fylgdust liðini stig fyri stig við høgum bóltførleika, góðum servum, dundrandi smashum, skiftandi frá miðju til kant, til gyklandi lobb í snarfunnin hol í verjupartinum hjá mótstøðuliðnum.

Men TB hevur munin! Tað liggur í luftini at TB nærkast feilfríum leiki. Heimaliðið baksast enn við skiftandi servulag, frá superservum til beinleiðis servukiks. Hjá TB fækkast servukiksini, meðan stig vunnin, í beinleiðis servu, økjast í tali. Hettar leggur trýst á okkara móttøkur, sum mugu standa fyri skotum. Hóast vit enn vinna dystin í opnum leiki, tapa vit triðja settið við minsta marginali, 23-25.

Vit tapa eisini fjórða. TB vinnur slagið við tryggum trýstandi servum, har servukiks ikki koma fyri. Okkara móttøkur hoykna undir trýstinum, og servuliga megna vit ikki at svara aftur. Statistiskt hevur heimaliðið 20 servufeilir, sett upp ímóti 16 servuessum hjá TB. TB vinnur sannførandi fjórða sett við 21-25 og dystin 1-3.

Við hesum tapinum hava steypavinnararnir og oddaliðið í FM-kappingini tapt tveir dystir í ár, báðar móti TB.

Sannlíkt er, at tað verður TB sum bjóðar okkum av til FM-finalu. Gott nokk, og undarligt nokk, tapti liðið til Fleyr á heimabana. Bert Mjølnir hevur møguleikan at taka finaluplássið frá TB, skulu tær tað er kravið at gera Fleyr kunstin eftir, og vinna á TB í Trongisvági.

Sama hvørjum liðið vit møta í FM-finaluni, er avgerandi at vit betra um servur og móttøkur. Trupulleikin er ikki nýggjur, men spøkti eisini í steypafinaluni móti Dráttur. Megna vit tað, vinna vit!

 

Formula

 

 

 

 

 

 

 

 

Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media